Lýsing
Til Mylnuna á Smyrilsvegi leita vit eftir starvsfólki at arbeiða áleið 35 tímar um vikuna.
Arbeiðstíðin er skiftandi, men vit hava serliga tørv á fólki, ið kann arbeiða morgun- og dagvaktir vanligar dagar og annaðhvørt vikuskiftið.
Í handlinum kemur tú bæði at avgreiða kundar við kassan og á gólvinum, um tørvur er á tí, at fylla vørur á hyllarnar og sum heild at halda handilin penan og innbjóðandi.
Ert tú ábyrgdarfull/ur, fyrikomandi og røsk/raskur, og hevur tú hug at gerast partur av toyminum hjá okkum, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/application/index/2318.
Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Honnu Haraldsen, handilsleiðara, á telefon 275048.