Lýsing
Ynskir tú at arbeiða á einum heimi við persónsmiðsavnandi umsorgan? So er møguleikin her!
Sambýlið í Bøgøtu er eitt væl skipað heim við góðari normering. Á heiminum búgva seks búfólk við demenssjúku. Tvey røktarstarvsfólk eru í dag- og kvøldvakt og eitt røktarstarvsfólk í náttarvakt við møguleika fyri at tilkalla sjúkrarøktarfrøðing frá Heimatænastuni.
Arbeiðsdagurin og huglagið á heiminum er róligt. Sum røktarstarvsfólk hevur tú tíð til at veita umsorgan og røkt, ið er tillagað til einstaka búfólkið, við støði í persónsmiðsavnandi umsorgan (PCC).
Toymið í heiminum er samansett av demenssamskipara, sjúkrarøktarfrøðingi, heilsuhjálparum og starvsfólkum uttan heilsufakliga útbúgving. Harumframt hava vit eitt gott tvørfakligt samstarv við demensklinikkina, lækna, fysioterapeut og ergoterapeut.
Sambýlið í Bøgøtu er eitt fleksibult arbeiðspláss, har vit lurta eftir ynskjunum hjá starvsfólkunum, tá ið arbeiðsætlanin skal leggjast til rættis. Vit leggja dent á at arbeiða á einum høgum fakliga stigi, og eru tí tilvitað um, at starvsfólkini fáa møguleika fyri at menna seg.