Hotel Hilton Garden Inn
Útgivið
8. august 2024
Útgongur
18. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú vælskipað/ur, gongur tú høgt uppí góðsku og hevur tú evnini at leiða eitt av fremstu kokkatoyminum í landinum? So er tað júst tær, vit leita eftir.

Okkum tørvar ein vælskkkaðan, jaligan og ágrýtnan høvuðskokk til Hallartún á Hotel Hilton.

Tað verður tín uppgáva
At vera virkin partur í menningini av matúrvalinum í Hallartúni og Hilton Garden Inn Faroe Islands
At hava ábyrgd av at halda góðskuna á einum høgum støði
At syrgja fyri, at starvsfólkini í køkinum hava eitt vælskipað og gott arbeiðsumhvørvi
At røkja skynsamt innkeyp og halda skil á vørunýtslu
At samstarva við hotelleiðaran og matstovustarvsfólkini um at veita bestu heildarupplivingina
At tryggja sera góða veitingartrygd mótvegis vistveitingarkundum

Vit vænta
At tú ert útbúgvin kokkur við góðum royndum
At tú ert natúrligt vælskipað/ur sum persónur og dugir at hava yvirlit
At tú trívist í einum leiðarasessi
At tú ert ágrýtin, fyrikomandi og sjálvstøðug/ur – tú dugir at taka ábyrgd
At tú ert sinnaður at samstarva við fólki frá ovastu til niðastu rók

Setan
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin verður á hotellinum við Staravegin í Havn. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo skjótast gjørligt og í seinasta lagi 18. august 2024.

Vit halda samrøður leypandi.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú vita meira?
Set teg so í samband við Rógva Mikkelsen, hotellstjóra, á rogvi@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 29 40 40

Líknandi størv

18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið