Tórshavnar kommuna
Útgivið
12. august 2024
Útgongur
25. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tórshavnar Kommuna søkir, vegna Dagstovnin á Argjum, eftir einum køksfólki at hava ábyrgdina av matarskipanini á staðnum. Talan er um eitt starv 20 tímar um vikuna, ið byrjar tann 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu.

Eisini søkja vit eftir tímaløntum avloysarum vegna sjúku o.l. at kunna byrja beinanvegin.
Á Dagstovninum á Argjum ganga áleið 78 børn, og tað arbeiða 23 starvsfólk umframt húsavørð og vaskifólk. Stovnurin hevur síðan 2003, sum part av námsfrøðiliga arbeiðinum, havt eina matarskipan, har børnini fáa breyð og viðskera á middegi.

Vit á stovninum brenna fyri, at hvørt einstakt barn trívist og mennist bæði kropsliga og sálarliga, og meta vit m.a. at kosturin hevur ein avgerandi leiklut hesum viðvíkjandi. Við einari góðari matarskipan fáa børnini møguleika at læra um fjølbroyttan kost, umframt at skipanin savnar børnini, og leggur upp til stuttleika, undran og mennandi samrøður av alskyns slagi.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið