Ocean Rainforest
Útgivið
13. august 2024
Útgongur
25. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ocean Rainforest leitar eftir starvsfólki at arbeiða í framleiðslu okkara í Kaldbak. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv frá 15.08.24 til og við 01.10.24, við møguleika fyri at leingja tíðina.

Á framleiðsluvirkinum hjá Ocean Rainforest eru nógvar fjølbroyttar uppgávur, m.a. skiljing, turking og pakking av taravørum og annað fyrifallandi arbeiði.

Hjá Ocean Rainforest leggja vit stóran dent á at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi og góðan trivnað. Her fært tú nógvar starvsfelagar og kemur at arbeiða í einum góðum og fjølbroyttum toymi.

Um teg: Tú kanst arbeiða í skiftisvaktum, hevur gott arbeiðslag, góð samstarvsevnir og ábyrgdarfull/ur.
Fyrimunur (tó ikki eitt krav): Trukkføraraskeið ella royndir innan framleiðslu.
Løn og setanartreytir verða ásettar eftir galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag fyri tímalønt.
Hevur hetta tín áhuga ella hevur tú spurningar, so kanst tú seta teg í samband við Sveinur Øssur S. Petersen, production manager við at skriva til Sveinur@oceanrainforest.com

Um fyritøkuna: Ocean Rainforest er ein spennandi fyritøka, ið stendur í stórari menning. Virksemið hjá fyritøkuni fevnir um aling og framleiðslu av tara í Føroyum.

 

Líknandi størv

18. november 2025
18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið