Listasavn Føroya
Útgivið
15. august 2024
Útgongur
21. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir starvsfólki at arbeiða 2-3 dagar um vikuna, fyrst og fremst í kaféini, men eisini í móttøkuni.
Vit bjóða tær eitt spennandi arbeiðspláss við fjølbroyttum uppgávum, høgari ferð og góðum hýri, og vit arbeiða fyri at veita gestum okkara ta bestu tænastuna.

Setanartreytir: Arbeiðstíðin er frá umleið kl. 10:30-17:30, og arbeiðsdagarnir kunnu bæði vera gerandisdagar og í vikuskiftinum. Tímatalið verður ásett millum teg og okkum, og starvið er tímalønt. Í fyrstu syftu hava vit tørv á starvsfólkum fram til 31. oktober, men møguleikarnir fyri leinging eru góðir.

Freist at søkja: Freistin at søkja er mikudag 21. august. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og tær verða viðgjørdar leypandi. Størvini verða sett skjótast gjørligt.

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Listasavnið á info@art.fo ella á telefon 22 35 79.

Vinarliga send umsókn og CV til info@art.fo

Líknandi størv

18. november 2025
18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið