Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða sum avloysari í Snjallubjallu?
Klaksvíkar kommuna tørvar avloysarar til Snjallubjallu at byrja skjótast gjørligt. Snjallabjalla húsast á Skúlavegi 1, GarðaLisu og í Skákinum, har okkara serstova er. Snjallabjalla hevur opið frá kl 11.00 til 17.00, men sum avloysari er starvstíðin oftast millum kl. 12.30 og 16.15. Vit sóknast eftir avloysarum, at traðka til eftir tørvi.
Frítíðarskúlin Snjallabjalla skal vera eitt mennandi og gott stað/umhvørvi at vera í. Tí leggja vit dent á:
• Skikkað starvsfólk. Tað merkir – sjónlig, jalig og virkin starvsfólk, sum í góðum samstarvi eru skapandi og duga at seta seg inn í tørvin hjá einstaka barninum.
• Gott sosialt umhvørvi. Tað merkir, at øll laga seg eftir hvørjum øðrum við ábyrgd og virðing. At hvør einstakur fær umsorgan og tryggleika. Vit leggja somuleiðis dent á, at børnini kunnu spæla saman uttan mun til flokk, aldur, kyn og áhuga.
• Dialog. tað merkir at starvsfólk eru sjónlig og hava gott samstarv við foreldur, skúla og frítíðarstovn.
• góðar karmar. Tað merkir, at karmarnir um og innihald í frítíðarstovninum verða vird. At rásarúm er til ymisk ítriv í tryggum kørmum og at pláss er fyri tí einstaka.
Sum starvsfólk skalt tú, saman við børnunum, seta ting í gongd og virka við til, at gera dagin í frítíðarstovninum spennandi og mennandi.
Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Beintu Klakstein, leiðara á tlf 218878. Tú kanst eisini vitja okkum á www.snjallabjalla.fo.
Umsókn:
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 20. apríl 2022.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Avloysari til Snjallubjallu