Útgivið
7. april 2022
Útgongur
20. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Umsjónarfólk til veitingar- og ognareindina

 

Sunda kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum umsjónarfólki til veitingar- og ognareindina, at byrja í føstum starvi skjótast til ber.

Vit søkja eftir einum fólki til veitingar og ognareindina, at hava umsjón við kommunalu bygningunum, vegum, kloakkum og gera fyrifallandi arbeiði runt um í øllum 11 bygdunum í Sunda kommunu.

Umsjónarfólkini vísa til arbeiðsformenninar á veitingar- og ognareindini. Starvið er fjølbroytt og gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Tann, ið settur verður kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í minni toymum.

Um teg:

  • Tú ert handalig/-ur og hevur royndir frá líkandi starvi
  • Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Tú hevur koyrikort

Setanarviðurskifti:
Talan er um fulltíðarstarv, ið verður lønt sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lillian Jacobsen, tekniska leiðara í Sunda kommunu á 297220 ella lillian@sunda.fo 

Umsókn:
Skrivlig umsókn, saman við lívsrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. apríl 2022

Umsóknir skulu sendast til: sunda@sunda.fo  

Merkið umsóknina “umsjónarfólk til veitingar- og ognareindina”.

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa størvini av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Líknandi størv

12. februar 2026
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið