Lýsing
Av tí at eitt av okkara dugnaligu starvfólkum fer í barsil, sóknast vit eftir einum fólki - sum saman við øðrum - hevur eftirlitið við vatngóðskuni og ymsum mannagongdum á smoltstøðini.
Starvið er á góðskudeildini á smoltstøðini hjá Hiddenfjord á Fútakletti.
Tú verður bæði á kanningarstovuni og á skrivstovuni, umframt hevur tú nakrar praktiskar uppgávur í sambandi við eftirlitsarbeiði.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um at:
- gera vatnkanningar
- arbeiða við talgildu góðskuskipanini
- gera eftirlitsarbeiði av smoltframleiðslu
- gera annað fyrifallandi arbeiði
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi útbúgving og/ella hevur royndir frá
líknandi starvi. Tað er tó ikki kravt. Tú fært góða upplæring frá okkum.
Vit vænta, at tú:
- hevur góðar telduførleikar
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
- megnar at arbeiða eftir vegleiðingum og eftir altjóða standardum
- dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
Tað er krav, at tú ert røkin og álítandi. Neyðugt er at hava koyrikort.
Arbeiðstíðin er yrkadagar frá 8 til 16. Tó kunnu uppgávur koma fyri uttan fyri hesar tíðir.
Hjá Hiddenfjord leggja vit doyðin á, at starvsfólkini kenna seg trygg og vird.
Vit bjóða:
- Góð og skipað arbeiðsviðurskifti
- Nútíðarlig amboð og útgerð
- Eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum
- Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við nógvari nýhugsan
Starvstíðin er frá 01.11.2024 ella fyrr, um tað ber til, í umleið eitt ár.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Margith E. Hansen góðskuleiðara á telefon 211188. margith.hansen@hiddenfjord.com
Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 09.09.2024. Umsóknir verða sendar starv@hiddenfjord.com.
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingardeild og søludeild. Á smoltstøðini arbeiða 45 fólk, av teimum eru 5 á góðskudeildini. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna.