Útgivið
8. april 2022
Útgongur
17. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Sjógvalari til C10 Gøtuvík

 

 

Hevur tú áhuga fyri aling, og kundi tú hugsað tær at arbeitt sum sjógvalari? So ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til sjógvalingina í Gøtuvík.

Arbeiðsøki

Sum alari verða tínar høvuðsuppgávur

  • at røkta fiskin
  • at passa fóðring
  • at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini
  • at vera við til útseting og tøku
  • at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

 

Tín vangamynd
Sum persónur er tú røsk/raskur og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða í einum toymi. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav at hava royndir á sjónum og hesi skeiðini: trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið.

 

Vit bjóða
Eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi. Fiskurin í ringunum nærkast tøku, og tá tøkan er liðug byrjar ein nýggjur árgangur, har tú ert við frá byrjan. Starvsfólkahópurin er samansettur við royndum alarum, og vit leggja dent á góða upplæring og gott arbeiðsumhvørvi. Vit bjóða eisini góðar starvsfólkatryggingar. 

 

Løn og setanartreytir
Løn er samsvarandi alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Ray-Keth Tóriksdóttir, forkvinnu, t-post rkro@bakkafrost.com ella á tel. 23 51 43.

 

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 17. apríl 2022.

Starvið verður sett eftir avtalu.

 

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

Søk starvið

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið