Lýsing
Almannaverkið søkir eftir einum starvsfólki sum hevur hug og hegni at gera reint. Talan er um at gera reint á trimum samdøgursstovnum, sum eru fyri børn og ung.
Um starvið
Talan er um eitt starv 15 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er fyrrapartar gerandisdagar. Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn.
Uppgávur og væntanir
Uppgávan er at gera reint í trimum ymiskum húsum. Vit vænta, at tú ert ein álítandi og ábyrgdarfullur persónur, at tú ert fyrikomandi, arbeiðssamur og kann arbeiða sjálvstøðugt.
Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144597&DepartmentId=19150&MediaId=4615