Lýsing
Starvsfólk við góðum tekniskum førleikum
Til framleiðslutoymið á Føroya Bjór sóknast vit virkisfúsan leiðara at ganga á odda fyri framleiðsluni. Starvið er følbroytt og umfatar leiðslu- og tilrættalegging av framleiðsluni.
Sum framleiðsluleiðari, fært tú ein týðandi leiklut, í eini spennandi familjufyritøku frá 1888. Vit framleiða eitt føltátta úrvæl av føroyskum góðsku drykkivørum øl, maltøl, sodavatn, cider og lesk. Umframt hettar gera vit eisini whisky, gin, akvavitt vm. á Einar´s Distilllery.
Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú – saman við leiðslu, tekniska toyminum og dugnaligum starvsfólkum ert við til at seta mál, skapa úrslit og at menna fyritøkuna til framtíðar avbjóðingar.
Arbeiðsøkið og yvirskipaðar uppgávur
- Framleiðslan á Føroya Bjór í Klaksvík
- Starvið umfatar leiðslu-, tilrættalegging og fyriskipan av framleiðsluni.
Umráðandi er, at tú hevur:
- gott tekniskt hegni og ert væl skipað-/ur.
- kanst leiða og fyriskipa framleiðslugongdina á virkinum
- eftirlit við at ábyrgdarøki og góðska í framleiðsluni altíð lúka ásettu krøv.
- hegni at leiða framleiðsluna á ein fíggjarliga ábyrgdarfullan hátt.
- góðan kunnleika til tal-, it- og logistik.
- leiðsluatferð, sum mennir starvsfólk- og skapar trivnað á virkinum.
- royndir at leiða framleiðsluna á ein fíggjarliga ábyrgdarfullan hátt og at skipa greiðar mannagongdir og effektiviseringar á framleiðsluøkinum.
- áhuga í at loysa uppgávur skjótt og væl - umframt at røkka ásettum málum.
Vit bjóða
- Eitt arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfeløgum við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.
- Tú verður ein partur av eini vælriknari fyritøku og einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.
Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava:
- viðkomandi fakliga útbúgving ella viðkomandi royndir
- leiðsluroyndir
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt eftir avtalu og ávísum sáttmála.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anniku Waag tel. 295440, annika@foroyabjor.fo.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 8. septembur 2024.
Setanarsamrøður verða skjótast gjørligt.