Hiddenfjord
Útgivið
31. august 2024
Útgongur
9. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Av tí at eitt av okkara dugnaligu starvfólkum fer í barsil, sóknast vit eftir einum fólki - sum saman við øðrum - hevur eftirlitið við vatngóðskuni og ymsum  mannagongdum á smoltstøðini.

Starvið er á góðskudeildini á smoltstøðini hjá Hiddenfjord á Fútakletti. Tú verður bæði á kanningarstovuni og á skrivstovuni, umframt hevur tú nakrar praktiskar uppgávur í sambandi við eftirlitsarbeiði.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um at:

  • gera vatnkanningar
  • arbeiða við talgildu góðskuskipanini
  • gera eftirlitsarbeiði av smoltframleiðslu
  • gera annað fyrifallandi arbeiði

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi útbúgving og/ella hevur royndir frá líknandi starvi. Tað er tó ikki kravt. Tú fært góða upplæring frá okkum.

Vit vænta, at tú:

  • hevur góðar telduførleikar
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • megnar at arbeiða eftir vegleiðingum og eftir altjóða standardum
  • dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum
  • Tað er krav, at tú ert røkin og álítandi. Neyðugt er at hava koyrikort.

Arbeiðstíðin er yrkadagar frá 8 til 16. Tó kunnu uppgávur koma fyri uttan fyri hesar tíðir.

Hjá Hiddenfjord leggja vit doyðin á, at starvsfólkini kenna seg trygg og vird.

Vit bjóða:

  • Góð og skipað arbeiðsviðurskifti
  • Nútíðarlig amboð og útgerð
  • Eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum
  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við nógvari nýhugsan

Starvstíðin er frá 01.11.2024 ella fyrr, um tað ber til, í umleið eitt ár.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Margith E. Hansen góðskuleiðara á telefon 211188. margith.hansen@hiddenfjord.com

Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 09.09.2024. Umsóknir verða sendar starv@hiddenfjord.com.

Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingardeild og søludeild. Á smoltstøðini arbeiða 45 fólk, av teimum eru 5 á góðskudeildini. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna.

Líknandi størv

18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið