Tórshavnar kommuna
Útgivið
3. september 2024
Útgongur
15. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir stovnsleiðara til Dagstovnin á Flat at byrja skjótast gjørligt. Á stovninum eru 2 vøggustovur og 4 barnagarðsstovur. Haraftrat er ein stova til tey 6 ára gomlu børnini, ið ganga seinasta ári í barnagarði.

Býlingshúsið vesturi á Flat liggur væl fyri í náttúruríka umhvørvinum í Hoyvík tætt við Svartafoss, ið setur sín natúrliga dám á gerandisdagin. Umhvørvið rundan um stovnin og tilhoyrandi garðurin gevur børnunum góðar umstøður at spæla, vera virkin og nýta hugflogi. Børnini eru somuleiðis javnan túrar, har tey skapa upplivingar saman og læra nýggj støð at kenna.

Á stovninum verður dentur lagdur á trivnaðin hjá bæði børnum og starvsfólkum. Stremba verður eftir at umsorgan og námsfrøði er í miðdeplinum, soleiðis at børnini fáa góðar og tryggar karmar at mennast í. Í hesum sambandi er samstarvið millum starvsfólkini grundleggjandi fyri at hetta eydnast.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu:

Leinkja til umsóknarskema:

Líknandi størv

18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið