Landssjúkrahúsið
Útgivið
5. september 2024
Útgongur
18. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir læknaskrivara til læknaskrivaratoymið, at byrja tann 1. oktober 2024, ella eftir nærri avtalu.

Talan er um eitt starv á fulla tíð.

Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum starvast 1100 starvsfólk, harav umleið 50 eru staðsett á Diagnostiska Deplinum, sum umfatar Røntgdeild og Rannsóknarstovu.

Diagnostiski Depilin ger kanningar av ymiskum slagi, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar royndir sendar uttanlands at verða kannaðar og ella beskrivaðar.

Á Røntgendeildini starvast 1 funktiónsleiðari, 1 toymisleiðari, 4 røntgenlæknar, 14 radiografar og 1 sjúkrarøktarfrøðingur.

Á Rannsóknarstovuni starvast 1 funktiónsleiðari, 4 toymisleiðarar, 1 patologur, umleið 30 bioanalytikarar, 1 skrivari og 1 hjálparfólk.

Í Læknaskrivaratoyminum eru 4 læknaskrivarar, sum arbeiða bæði á Røntgendeildini og Rannsóknarstovuni.

Vinarliga søk starvið her.

Líknandi størv

18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið