KJ
Lýsing
KJ søkir eftir mekanikarum til trukkar til smiðjuna í Tórshavn at byrja skjótast gjørligt.
Vit bjóða:
- Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á gott handverk.
- Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
- Eitt mennandi og spennandi umhvørvi við góðum starvsfelagum.
- Egnan montørbil
- Góða matarskipan
- Starvsfólkatrygging
Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Sum mekanikari hjá okkum kemur tú í stóran mun at taka tær av umvælingum, eftirlitum og klárgering av trukkum frá Linde, umframt at annað vanligt smiðjuarbeið av aðrari útgerð kann væntast. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið. Harumframt bjóða vit eitt vælvirkandi verkstað við nýmótans útgerð, fyri at loysa uppgávurnar.