Heilsustýrið
Útgivið
17. september 2024
Útgongur
30. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heilsustýrið sóknast eftir fólkaheilsufrøðingi til setan skjótast gjørligt.

Heilsustýrið
Heilsustýrið umsitur løgtinslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 um Heilsustýrið. Høvuðsuppgávan hjá stovninum er at skipa heilsufakliga økið í Føroyum og at veita granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum.

Heilsustýrið umsitur m.a. tilbúgving í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulóggávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar. Heilsustýrið umsitur somuleiðis fólkaheilsuøkið og ráðgevur Heilsumálaráðnum, stovnum og almenninginum um økið. Eisini er farsóttarøkið lagt til stovnin at umsita.

Arbeiðsuppgávur

  • Fyrireika tilfar og gera tilmæli innan fólkaheilsu
  • Hagtals- og greiningararbeiði
  • Menna og skipa skráir
  • Gera heilsufrágreiðingar
  • Vegleiða leiðsluna í Heilsustýrinum um fólkaheilsuviðurskifti

Førleikar

  • Kandidatprógv í fólkaheilsufrøði
  • Hollan kunnleika til fólkaheilsukanningar
  • Góðar førleikar og royndir við hagtalsarbeiði, hagtalsgreining og at brúka hagtalsforrit
  • Royndir við kvalitativum/kvantitativum kanningum og greiningum
  • Góðar skrivligar og munnligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Góð samstarvs- og samskipanarevni
  • Ábyrgdarfull/ur, røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt'
  • Jaligan hugburð til broytingar og umskifti
  • Arbeiðsroyndir innan økið eru ein fyrimunur
  • Royndir við undirvísing

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har týdningarmiklar avgerðir verða tiknar
  • Møguleika fyri fakligari menning
  • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góðan trivnað

 

Lønar – og setanartreytir
Starvið er fulla tíð. Arbeiðsstaðurin er Eirargarður 2, 2. hædd í Havn
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Tann, sum verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum, og at arbeiðsøkið eisini fer at fevna um aðrar uppgávur.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, tel. 233070.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til hst@hst.fo.
Umsóknarfreistin er 30. sept. 2024.

Fá meiri at vita á www.hst.fo

Líknandi størv

7. november 2025
7. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið