Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
20. september 2024
Útgongur
5. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir fólki at arbeiða við útbúgvingarligari góðskutrygd og góðskumenning á Fróðskaparsetri Føroya. Starvið er fulltíðarstarv frá 1. desember 2024 ella eftir nærri avtalu.

Starvsøkið
Tann, sum verður sett/ur í starvið, skal saman við øðrum í einari góðskueind arbeiða við at seta í verk ásetingarnar í Bologna samstarvinum millum universitet í Europa umframt leiðreglur fyri innanhýsis góðskumenning við støði í European Standards and Guidelines for Quality Assurance in the European Higher Education Area (ESG). Ítøkiligu arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um tilrættislegging, vegleiðing, at skipa fyri verkstovum og menna útbúgvingarnar í samsvari við altjóða krøv umframt at samskifta við útbúgvingarleiðarar, fyrisiting og leiðslu.

Førleikar
Umsøkjarin skal hava akademiska útbúgving á kandidat ella masterstigi og gott innlit í útbúgvingarskipanir, serliga hægri útbúgvingar. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:

  • Royndir við líknandi arbeiðsuppgávum, t.d. verkætlanum ella íverksetan av innanhýsis skipanum á stovnum ella í fyritøkum
  • Arbeiðsroyndir í útbúgvingarverkinum antin í Føroyum ella uttanlands
  • Vitan um læring, undirvísing og eftirmeting
  • Undirvísingarroyndir frá hægri útbúgvingum antin í Føroyum ella uttanlands
  • Góðan málførleika og dugir væl føroyskt og enskt munnliga og skrivliga
  • Góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Áræði at fara undir nýggjar uppgávur og sjálvstøðugt leggja tær til rættis

Umsókn
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir. Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðiblaðið út og hefta viðkomandi skjølini við.

Løn-og setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Freist
Umsóknarfreist er tann 5. oktober 2024.

Nærri upplýsingar
Neyvari fæst at vita um starvið við at venda sær Martin Tvede Zachariasen, rektara og prorektora fyri útbúgving og góðsku, tlf. 292506, martinz@setur.fo

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og 180 starvsfólk.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Líknandi størv

18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið