Landssjúkrahúsið
Lýsing
Steno Miðstøðina, ið er diabetes og endokrinologiskt ambulatorium, søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi.
Talan er um eitt fast starv á brøki 1.0 til setan 1. november 2024, ella eftir avtalu.
Umframt arbeiðið í Steno Miðstøðini, verður væntað eitt ávíst samstarv við aðrar sergreinar. Starvið fevnir eisini um vikuskiftisvaktir á medisinskari seingjardeild
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum
- Sjálvstøðugar viðtalur
- Geva viðgerðir
- Samskipa viðgerðir og eftirkanningar
- Kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum og avvarandi
- Undirvísa einstaklingum og bólkum
- Seta fyribyrgjandi átøk í verk
- Miðla vitan skrivliga og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar og samstarvsfelagar
Partur av starvinum er útgangandi funktión, har sjúkrarøktarfrøðingur á Steno Miðstøðini vitjar deildirnar og hevur viðtalur við innlagdar sjúklingar við diabetes.