Sernám
Útgivið
24. september 2024
Útgongur
9. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir sálarfrøðingi til smábarna- og fólkaskúlaøki í Sernámi.

Talan er um farloyvissstarv fulla tíð at byrja 1. november 2024 ella skjótast eftir tað. Møguleiki er eisini fyri niðursettari arbeiðstíð.

Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið.

Høvuðsuppgávur í starvinum eru:

  • Veita sálarfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk í skúlum og á dagstovnum og til
    foreldur
  • Samstarva við starvsfólk og foreldur um sálarfrøðilig og sernámsfrøðilig átøk
  • Gera sálarfrøðiligar metingar/kanningar av børnum og ungum
  • Samskipa átøk við støði í tilmælum í samráð við starvsfólk í skúlum og á dagstovnum
  • Samstarva tvørgreinaligt innanhýsis og uttanhýsis
  • Veita starvsfólki á skúlum supervisión

Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjarin:

  • Er við í at menna sálarfrøðiliga og sernámsfrøðiliga virksemið í skúlum og á dagstovnum
  • Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
  • Dugir at nýta metingar/kanningarúrslit í sálarfrøðiligum og sernámsfrøðiligum tilgongdum
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
  • Dugir at skapa álit
  • Dugir at samstarva við skiftandi fakbólkar
  • Hevur áhuga fyri avbjóðingum, er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
  • Dugir at orða seg í skrift og talu

Vit bjóða:

  • Áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
  • Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í Sernámi
  • Fakligt samstarv við sálarfrøðingarnar í Sernámi
  • Supervisión
  • Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

Førleikakrøv:
Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych ella útbúgving, sum er javnsett við hesar. Fyrimun hava umsøkjarar við royndum innan serøkið ella royndum við børnum við serligum tørvi í skúlum og á dagstovnum.

Setanartreytir til starvið:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.

Tann, ið sett/ur verður, skal játta, at barnaváttan verður umbiðin. Fyri at verða sett/ur í starv, skal umsøkjarin hava reina barnaváttan.

Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 9. oktober 2024 og skulu sendast til:

Sernám
á Frælsinum
Postboks 2036
FO-110 Tórshavn
ella sum teldubræv til sernam@sernam.fo

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið