
Lýsing
Kvívíkar kommuna søkir eftir einum arbeiðsfólkið til arbeiðstoymið hjá kommununi at byrja 1. juni 2022 ella skjótast tilber.
Vit sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og samstarvssinnaðum fólki til hetta virksemið.
Í okkara dagliga arbeiði, verður dentur lagdur á trivnaðin, og at veita fleiri og betri tænastur til allar okkara borgarar.
Í arbeiðstoyminum starvast formaður, tøknileiðari og fimm fólk. Í starvinum kemur tú at arbeiða í toymum við vegakervinum, vatnverkum, vatnveiting, kloakkering og vetrarhaldi. Arbeiðsøkið hjá arbeiðstoyminum er rakstur, viðlíkahald og gerð av smærri verkætlanum í øllum bygdunum í kommununi.
Starvsinnihald
- Halda vegakervið við líka
- Viðlíkahalda vatnverkini, vatnleiðingar, kloakkir og gøtuljós
- Nýgerð av smærri verkætlanum innan vegakervið
- Graving í sambandi við jarðarferðir
- Hjálpa til á grønu økinum eftir tørvi
- Kavagrevstur og salting
- Viðlíkahald og fríðka um bygdirnar
Førleikakrøv
- Vit søkja eftir arbeiðsfólkið
- Koyrikort B
- Stórt koyrikort og kranaloyvi er ein fyrimunur
- Góðan tekniskan førleika og/ella tøkniligan sans
- Tað er ein fyrimunur at duga at koyra maskinur
- Viðkomandi royndir frá líknandi arbeiði
- Gott eyga fyri røkt, nærlagni, framfýsni og fyrikomandi
- Góð evni at samstarva og at kunna arbeiða sjálvstøðugt
- Umráðandi er, at viðkomandi er røkin, jaligur, væl skipaður, dugir væl við fólki og er tænastusinnað/ur
Talan er um tímalønt fulltíðar starv. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelagið.
Meira fæst at vita
Um hetta hevur tín áhuga ber til at venda sær til Magnus Svarthamar, arbeiðsformmann á telefon 292401 fyri at fáa nærri upplýsingar.
Umsókn
Umsóknin skal sendast til kvivik@kvivik.fo
Freist
Umsóknin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 09.05.2022
Um Kvívíkar kommunu
Kvívíkar kommuna er virkin og fjølbroytt kommuna við umleið 600 íbúgvum. Kommunan fevnir um bygdirnar Válur, Kvívík, Stykkið, Leynar og Skæling.