Útgivið
26. april 2022
Útgongur
16. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Fólk til BETONGARBEIÐI hjá ARTICON

Vegna vaksandi virksemi leita vit eftir fólki til betongarbeiði hjá Articon.

Hevur tú hug at arbeiða í einum mennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag, so er tað tær, vit leita eftir.

Tú kemur millum annað at arbeiða við fylgjandi uppgávum:

  • Forskalla
  • Binda og bukka jarn
  • Gólvstoyping
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Tú verður partur av einum toymi, har vit stuðla hvør øðrum at røkka settum málum.

Vit vænta, at tú:

  • er arbeiðssamur
  • ert røkin og álítandi
  • hevur góð samstarvsevnir

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • Nútímans útgerð.
  • Eina spennandi yrkisleið
  • Persónliga og fakliga førleikamenning

Lønin og setanartreytir
Størvini verða sett, skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðara, telefon 226117.

Umsókn
Tú søkir starvið her. Freistin at søkja starvið er 16. mai 2022.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð- og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 230 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið