Lýsing
Lívfrøðingur til sjódjóradeildirna á Tjóðsavninum
Tjóðsavnið søkir eftir lívfrøðingi til Sjódjóradeildina at seta í starv 01. 10. 2022. Endamálið hjá deildini er at savna og varðveita djór og aðrar náttúrugripir, umframt at granska í okkara náttúru og miðla hesa vitan, m.a. gjøgnum miðlarnar og framsýningina hjá Tjóðsavninum.
Uppgávur
Høvuðsuppgávurnar eru at:
- røkja djórasøvnini (ryggleys dýr, fiskar og havsúgdýr)
- skipa fyri innsavning og sjálv/ur vera við í praktiska arbeiðinum
- skráseta gripir í skrásetingarskipanum (MS-Access og Specify)
- granska í tilfari, sum hevur við starvsøkið at gera
- taka ímóti lutum og at senda til viðskiftafólk
- standa fyri pørtum av framsýningini í Brekkutúni
- gera og at standa fyri at fáa lutir gjørdar til framsýning
- miðla djóralívið í Føroyum m.a. við framsýningum og útgávum
Førleikar
- hægri útbúgving í lívfrøði
- evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert kreativ/ur
- góð miðlanarevni
- góð samstarvsevni og ert ágrýtin
- koyrikort
Arbeiðsøkið á Sjódjóradeildini fevnir um øll sjódjór, men serligur dentur verður lagdur á føroyskt havøkið. Av praktiskum ávum fevnir arbeiðið mest um makro- og megafauna.
Av tí at arbeiðsøkið er víðfevnt, er neyðugt at verða smidlig/ur í mun til starvsøki. Ætlanin er at tann, ið settur verður, skal útbúgva seg innan konserveringsøkið eftir tørvi (skeið og seravtalur um upplæring).
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Arbeiðsstaður: Hølini hjá Tjóðsavninum í Kaldbak.
Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum, tlf. 340500 ella herleifh@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum, skulu sendast Tjóðsavninum sum teldupostur í seinasta lagi mánadagin 23. 05. 2022.
Teldupostadressa: savn@savn.fo
Tjóðsavnið
Kúrdalsvegur 15
FO-188 Hoyvík