Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
28. oktober 2024
Útgongur
12. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennir tú fyri demensøkinum? So er møguleikin her!

Norðoya Bú- og Heimatænastan vil menna demenstænastuna til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum. Sum liður í hesi tilgongd sóknast vit eftir einum kommunalum demenssamkipara á starvsbroti 0,8 frá 1. desember 2024 ella eftir nærri avtalu.

Tú fert í høvuðsheitum at hava ábyrgd av at menna, samskipa og seta nýggjar tænastur í verk tíðliga í sjúkugongdini, við tí fyri eyga at fremja heilsu, stuðla undir virkni og fyribyrgja sosiala avbyrging.

Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við borgaran, avvarðandi, eins og í tvørfakligum og tvørgeiraligum samstarvi við onnur heilsustarvsfólk og stovnar.

Arbeiðshátturin er persónmiðsavnandi við atliti at ynskjum og tørvum hjá tí einstaka og tekur støði í nýggjastu vitan, gransking og tøkni.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um

  • At uppbyggja eina nýggja tænastu
  • At samskipa demenstænastuna til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum
  • At styrkja tvørfakliga og tvørgeiraliga samstarvið og samskiftið
  • At tryggja samanhangandi borgaragongdir tvørtur um fak og geirar
  • Í samstarvi við visitator/heilsuráðgeva gera fyribyrgjandi heimavitjanir
  • At arbeiða relatiónsskapandi og vegleiða og undirvísa borgarum og avvarðandi
  • At stuðla, vegleiða og undirvísa starvsfólkum í NBH í mun til ítøkiligar støður
  • At kunna teg um nýggjastu vitan, háttaløg og gransking á demensøkinum

Karmar og førleikakrøv
Starvið er staðsett á Búðatrøð, sum er dagtilhald fyri fólk við demenssjúkum. Starvsfólkini á Búðatrøð, hava útbúgving og drúgvar royndir innan demensøkið. Vit kunnu tí bjóða tær eitt gott og stimbrandi fakligt umhvørvi í dagliga arbeiðnum.

Til starvið krevst, at tú hevur demenssamskiparaútbúgving, eins og viðkomandi heilsufakliga útbúgving. Royndir innan økið kunnu vera ein fyrimunur.

Talan er um nýtt starv, og vit vænta tí, at tú ert fleksibul, megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við viðkomandi aktørar, bæði í NBH og uttanhýsis, t.d. Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum.

Góð evni at samskipa, samstarva og samskifta eru neyðug fyri at røkka endamálinum um eina dygdargóða demenstænastu til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum.

Virðir
Kjarnuvirðini í NBH eru nærvera, fleksibilitetur og høgt fakligt støði. Hesi síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum sæst her https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar og setanartreytirnar eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Gunnvá Müller, deildarleiðara í Búðatrøð á tel. +298 793450 ella við tpost til gunnvam@nbh.fo.

Umsókn við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 12. november 2024

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið