Nánd-Heimatænastan
Útgivið
31. oktober 2024
Útgongur
18. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vesturstova er eitt eldrasambýli í tveimum hæddum við tilsamans 18 stutttíðar- og búplássum. Á Vesturstovu starvast sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk umframt kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur útyvir vanligu røktarrnnormeringina. Harafturat starvast køksstarvsfólk, reingerðarfólk og spírar (ung millum 14-17 ár).

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólk og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Talan er um farloyvisstarv á 32 t/viku (0,8 brøk) at arbeiða í skiftandi vaktum frá 1. januar 2025 til 31. desember 2025.

Arbeiðið í Vesturstovu snýr seg í høvuðsheitum um at veita røkt og umsorgan til eldri borgarar við samansettum heilsuavbjóðingum.

Vit vænta at tú:

  • Hevur útbúgving og autorisatión sum heilsurøktari
  • Góð samstarvsevni
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Jaligan hugburð
  • Evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • Dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgaranum í samstarvi við hann
  • Sær týdningin av fyribyrgjandi tænastum
  • Ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt spennandi arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við onnur fakfólk
  • Ein lærandi stovn og regluliga undirvísing í Nánd
  • At venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík

Um eingin við útbúgving sum heilsurøktari søkir, kann umsøkjari við aðrari heilsuútbúgving verða settur í farloyvisstarvið.

Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Áhugað, ið ynskja at vita meira um starvið, kunnu venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, deildarleiðara á tlf. 73 02 32.

Umsókn
Umsóknir við avriti av prógvi, autorisatión og viðmælum skulu sendast til elsebeth@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 18. november 2024. Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her

Líknandi størv

7. november 2025
7. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið