Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
31. oktober 2024
Útgongur
12. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast bioanalytikara til fast starv á Rannsóknarstovuni til setan 1. januar 2025 ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulla tíð við tilkallivakt eftir galdandi reglum.

Um bioanalytikari ikki verður settur, er møguligt at seta sjúkrarøktarfrøðing ella heilsurøktara tíðaravmarkað í eitt ár í setanarbrot 0,7. Arbeiðstíðin er tá kl. 8-14 mánadag til fríggjadag. Høvuðsuppgávurnar eru at taka blóðroyndir og EKG umframt annað fyrifallandi arbeiði á rannsóknarstovuni. Tann, ið sett/ur verður, fær neyðuga upplæring til allar uppgávur.

Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum.Vit eru áleið 120 starvsfólk í 24 ymiskum fakbólkum.

Rannsóknarstovan umfatar kliniska biokemi, kliniska immunologi/blóðbanka og kliniska mikrobiologi. Vit eru í løtuni seks bioanalytikarar og ein sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit ynskja, at tú

  • setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • ert sjálvstøðug/ur, positiv/ur, engasjerað/ur og motiverað/ur
  • hevur góð samstarvsevni bæði mono- og tvørfakligt
  • ert fleksibul viðv. arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum
  • hevur lætt við at organisera og strukturera og hevur yvirlit í akuttum støðum
  • hevur góðan telduførleika
  • hevur danska autorisatión.

Vit bjóða

  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • áhugavert og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
  • ávirkan á egnan gerandisdag
  • eitt spennandi, dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt starv
  • skipaða innleiðslu.

Setanartreytir
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Kundi tú hugsað tær at frætt meira um starvið?
So ert tú vælkomin at venda tær til Marit Holm, leiðandi bioanalytikara á tlf. 34 33 00 ella teldupost marho@ssh.fo

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?
So gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á teldupost starv@ssh.fo í seinasta lagi týsdagin 12. november 2024.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Tú kanst lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið