Lýsing
Á Heiminum við Vallalíð sóknast vit eftir heilsuhjálpara og heilsurøktara til okkara hóp.
Vit leita eftir tær, sum hevur hug til og trívist við at arbeiða við røkt og umsorgan til menniskju, ið líða av demenssjúkum. Um tú er áhittin, og heldur at tað er spennandi og virðismikið at skapa eitt heim, ið viðvirkar til, at tey ið búgva her hava ein góðan gerandisdag. So eigur tú at umhugsa, at søkja starv á Heiminum við Vallalíð.
Heimið við Vallalíð er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu. Her búgva 16 fólk , ið hava demenssjúkur av ymiskum slag. Arbeiðsuppgávurnar eru røkt og umsorgan, og saman við starvsfeløgunum at skipa ein gerandisdag sum skapar lívsinnihald og stimbrar sansirnar hjá búfólkunum.
Størvini
Talan er um áhugaverd størv við fjølbroyttum uppgávum og fakligum avbjóðingum, har ongin dagur er líka. Tú fær, saman við starvsfeløgum og leiðslu, ábyrgd av at veita dygdargóða røkt og umsorgan, og at skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har borgarar, avvarðandi og starvsfólk trívast. Tú virkar fyri, at at skapa eitt demensvinarligt umhvørvið, við støði í prinsippunum í persónssentreraðu umsorganini. Vit gera røktarætlanir til tann einstaka eftir galdandi forskriftum frá heilsumyndugleikum okkara.