Tórshavnar kommunaNæmingar til stórkøkarnar í Heilsu- og umsorganartænastuni
Lýsing
Stórkøkarnir í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu søkja eftir tveimum næmingum til føðsluatstøðing til setan 1. februar 2025.
Hevur tú áhuga í at arbeiða í stórkøki og vil tú verda við til at framleida og veita føðslugóðan og vælsmakkandi mat til búfólk og eldri borgarar í Tórshavnar kommunu. So hevur tú møguleikan at koma í læru hjá okkum.
Vit bjóða
- Eina fjølbroytta læru, har tú kemur runt í allar 5 køkarnar í heilsu- og umsóknartænastuni
- Boðanesheimið, Lágargarð, Urd, Ellisheimið og Tjarnagarð
- Eina breiða fakliga vitan innanfyri m.a. føðslu, rávørukunnleika, matgerðarhættir, burðardygd, diætum og matvørureinføri
- Tú kemur at arbeida saman við dugnaligum starvsfólkum við ymiskum kostfakligum útbúgvingum
- Vit miða eftir at geva tær, bestu fortreytirnar og bestu umstøðurnar fyri at fáa eina útbúgving á høgum støði