Landssjúkrahúsið
Lýsing
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir hervið eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum til skurðseingjadeildina G4/H2.
Talan er um:
- 2 farloyvisstørv til setan 01.01.2025 til 31.08.2025, á starvsbrøki 0,8 í skiftandi vaktum.
Deildin er ein skurð seingjadeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, parenkym, urologi, gynekologi, ONH og eygnasjúkur. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 33 sjúklingum, við 23 plássum á G4 og 10 plássum á H2. Eisini umfatar virksemið Dagskurð.
Setanarøkið og tænastan er í løtuni á G4/H2 á Skurðdeplinum.
Dentur verður lagdur á
- Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
- Fakligan áhuga og royndir innan skurð sjúkrarøkt
- Kreativitet og fleksibilitet
- Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
- Miðlan av vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
- Góðan telduførleika