Lýsing
Skriva út
Kom í sølulæru í BYGMA BALSLEV

Vit søkja lærlingar, sum eru við til at taka ábyrgd, vísa áhuga og fegin vilja læra og arbeiða. Gott lag og lætt sinni eru góðir eginleikar at hava við, tí vit skulu eisini hava tað stuttligt, tá vit eru til arbeiðis. Saman við góðum starvsfeløgum, verður tú við til at tryggja okkara kundum bestu tænastuna í einari fyritøku í stórari menning.
Í lærutíðini lærir tú millum annað at selja, tú lærir eisini nógv um kundarøkt og um alla bygging, m.a. tilfar, amboð og um arbeiðsklæðir. Tú lærir eisini goymslustýring, innkeyp, logistikk og marknaðarføring. Vit hava í løtuni sjey lærlingar í ymsu deildunum.
Lærlingaútbúgvingin er ein skiftisútbúgving, har tú skiftir ímillum at vera í læru/arbeiða á einum arbeiðsplássi og ganga í skúla. Tú fært løn undir allari útbúgvingini og eftir loknað útbúgving fært tú lærubræv sum gevur tær góðar framtíðar møguleikar. Royndartíð er fyrstu seks mánaðirnar. Skúlagongdin er á Business College Syd í Mommark, har fleiri aðrir sølulærlingar úr bæði Føroyum og Danmark eisini læra. Eitt skúlaheim hoyrir til skúlan, har tú kemur at búgva í útbúgvingartíðini. Skúlaskeiðini eru oftast 14 dagar í senn.
Lønin er góð og er væl hægri enn lønartalvirnar hjá Samverk (S&K) áseta.
Vit søkja ein sølulærling til Handverkarabúðina og ein sølulærling til Timburdeildina.
Størvini verða sett skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir røttu persónunum.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, send okkum eina umsókn til ke@balslev.fo áðrenn 1. juni.
Ynskir tú at hoyra nærri um starvið í Handverkarabúðini, ber til at venda sær til Hera á tel. 345080 ella hn@balslev.fo. Ynskir tú at hoyra nærri um starvið í
Timburdeildini, ber til at venda sær til Helga á tel. 345076 ella hdm@balslev.fo.