Krás
Útgivið
13. januar 2025
Útgongur
19. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Krás søkir pakkifólk at byrja skjótast gjørligt.

Krás er matvøruvirki, ið framleiðir og meirgóðskar kjøt og fisk til føroyska gerandisdagin. Úrvalið av Krás vørum er fjølbroytt og fevnir bæði um føroyskan viðskera og feskan og frystan døgurðamat. Í løtuni arbeiða 12 fólk hjá Krás, sum er partur av Poul Hansen samtakinum og heldur til í Hósvík.

Tínar arbeiðsuppgávur verða:

At pakka tað, sum virkið framleiðir

  • Skera viðskera
  • At taka eina hond í, tá brúk er fyri tí

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært avtalu. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, gerandisdagar kl. 7.00-15.00.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásbjørn A. Midjord, leiðara á Krás, á tlf. 23 53 60 ella asbjorn@ph.fo.

Umsókn og CV skulu sendast til hr@ph.fo í seinasta lagi 19. januar 2025.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið