Almannaverkið
Útgivið
22. januar 2025
Útgongur
3. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv hálva tíð at seta frá 01.03.2025 til 28.02.2026. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Havn.

Arbeiðsuppgávur
Sambýlið í Smærugøtu 29 í Havn hoyrir til eindina Menningartarn í Almannaverkinum. Á sambýlinum búgva fimm fólk við menningartarni og sálarligum avbjóðingum.

Høvuðsuppgávan er millum annað at bjóða búfólkunum ein skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag, har virkað verður fyri, at tey fáa neyðugan stuðul og umsorgan, samstundis sum tey fáa upplivingar í gerandisdegnum og í frítíðini.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og er tað tí týdningarmikið, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og viðvirka til tvørfakligt samstarv við aðrar samstarvspartar.

Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur er partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði millum búfólk og starvsfólk. Vit stuðla og vegleiða búfólkunum í persónligum viðurskiftum og teimum avbjóðingum, sum tey kunnu møta í gerandisdegnum.

Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

10. november 2025
7. november 2025
Maskinmeistari til Sundsverkið   Faroe Islands nýtt
7. november 2025
7. november 2025
7. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið