BBR Service
Útgivið
22. januar 2025
Útgongur
7. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri bilum og eitt ynski at læra eitt spennandi og mennandi handverk? So hevur tú møguleikan fyri at byrja tína yrkisleið sum lærlingur hjá BBR Service!

Hvat kanst tú vænta tær?

  • Eina fjølbroytta útbúgving: Sum lærlingur verður tú partur av einum nútímans verkstaði, ið dagliga arbeiðir við øllum bilmerkjum og ymiskum sløgum av arbeiðsuppgávum. Tú lærir alt frá vanligum eftirliti til háteknologiska feilsøking og umvæling.
  • Framtíðaratgongd: Við okkara nýggjastu tøknini at testa og umvæla allar bilar, ert tú frammanfyri á umhvørvinum, og tað ger teg væl fyrireikta/n til framtíðina sum bilsmiður.
  • Góða vegleiðing: Tú verður ein partur av einum fakliga sterkum, vinarligum og dugnaligum hópi, ið altíð er klárt at stuðla og vegleiða.

Hvat vænta vit av tær?

  • At tú hevur áhuga fyri bilum og ert opin fyri at læra.
  • At tú ert ágrýtin, álítandi og klár/ur at arbeiða í einum livandi og fjølbroyttum umhvørvi.
  • At tú hevur eitt jaligt hugburð til arbeiðið og kundarnar.

Hvar vit eru?
BBR Service heldur til á Lambareiðnum í Runavíkar Kommunu. Vit arbeiða við øllum sløgum av bilum og bjóða bæði viðlíkahald og umvælingar - frá vanligum gerandisuppgávum til meira krevjandi verkætlanir. Tú fært bæði handaligar og tøkningarligar royndir, ið kunnu geva tær eina sterka byrjan uppá tín yrkisveg.

Hvussu søkir tú?
Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina umsókn við tínum lívsrensli (CV) til bbr@bbr.fo.
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi!

Hevur tú spurningar um lærlingaplassið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bogi Rasmussen á tlf. 719111

Líknandi størv

Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið