Navigare Shipping Sp/f
Útgivið
27. januar 2025
Útgongur
14. februar 2025
Staður
Við Trøllaklett 21, FO-660 Søldarfjørður, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
anfinn@navigare.fo

Lýsing

Ert tú klár/klárur at seta tín dám á ein fjølbroyttan og altjóða arbeiðsdag?

Navigare Shipping sóknast eftir einum ágrýtnum og skipaðum innkeypara, sum kemur at hava ábyrgdina av øllum innkeypi og vørugoymslum hjá felagnum.

Starvið inniber millum annað

  • Keypa inn til skipini – í stórum og smáum
  • Hava ábyrgd av vørugoymslunum á landi og umborð
  • Tryggja, at vørur verða sendar rættstundis til skipini

Vit vænta at tú:

  • Hevur viðkomandi royndir ella maskinmeistaraútbúgving el.l líknandi
  • Hevur góðar KT førleikar
  • Góðan málkunnleika í føroyskum, donskum og enskum

Persónligir eginleikar:

  • Dugir at arbeiða sjálvstøðug, men trívist eisini í toymi
  • Ert fyrikomandi, væl skipað/ur og feksibul
  • Trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, har hvør dagur hevur nýggjar avbjóðingar
  • Megnar at arbeiða við fleiri ymiskum uppgávum í senn og loysa tær
  • Hevur áhuga í at menna teg sjálvan og felagið

Vit bjóða tær:

  • Eitt gott og dynamiskt arbeiðsumhvørvi við fjølbroyttum uppgávum
  • Gott samstarv har trivnaðurin er í hásæti
  • Samstarv við dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar
  • Góða innleiðslu

Umsókn, løn og setan
Løn og setanarviðurskifti verða ásett eftir avtalu. Starvsstaðurin er í Søldarfirði.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli, viðmælum, v.m., skal sendast til Navigare Shipping, við at trýsta á hesa leinkjuna. 

Umsóknin skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 14. februar 2025.

Søk starvið HER.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anfinn Højgaard, leiðara á Teknisku deild á tlf 523013 ella við telduposti til anfinn@navigare.fo . Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit ynskja at starvið verður sett skjótast gjørligt.

 

Um Navigare Shipping
Navigare Shipping eigur og rekur 13 skip og hevur í alt meira enn 200 ársverk, har virksemið fevnir um Føroyum, Norra, Skotlandi, Íslandi og Póllandi. Høvuðssætið er í Søldarfirði, har 20 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Vit leggja dent á samstarv, trivnað og menning – bæði fyri starvsfólk og fyritøku.

Líknandi størv

30. januar 2026
Skrivstovunæmingur til Við Tjarnir   Faroe Islands nýtt
30. januar 2026
30. januar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið