P/F Borg
Útgivið
29. januar 2025
Útgongur
27. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av einari spennandi fyritøku í stórari menning.
Kundi tú hugsað tær at komið við í okkara toymi? Nýggja Borg á Glyvrum søkir eftir lærlingi til køksdeildina.

Um teg:

  • ert søluáhugað/ur
  • hevur gott hugflog og áhuga í at innrætta
  • skilur týdningin av nøgdum kundum
  • ert álítandi og dugir at taka ábyrgd
  • hevur góðar KT førleikar
  • ert skipað/ur og fjølbroytt/ur
  • hevur miðnámsskúlaprógv

Arbeiðið umfatar:
Sølu, innkeyp, bílegging av vøru, kundarøkt, at tekna og innrætta Designa køkar (tú fært upplæring í tekniskipanini Winner). Alt í tøttum samstarvi við allar deildir okkara.

Skúlagongdin er í Danmark, og tú kemur tí at ferðast til Danmarkar í lærutíðini.

Vit bjóða eitt arbeiðspláss í góðum arbeiðsumhvørvi, við spennandi verkætlanum og góðum møguleikum fyri menning saman við góðum starvsfeløgum.

Ert tú klár/ur til nýggjar avbjóðingar?

Umsókn:
Send okkum eina umsókn, saman við viðkomandi prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum til hr@borg.fo og viðmerk ”Lærupláss”.

Ynskir tú at fáa meira at vita um starvið, kanst tú ringja til Regin Olsen á tlf. 237274

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Umsóknarfreistin er 27. februar 2025

Líknandi størv

Gongsfólk til Hvíldarheimið Naina   Faroe Islands nýtt
12. november 2025
12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið