Lýsing
Almannaverkið leitar eftir einum eldhugaðum og virkisfúsum leiðara, ið skal standa á odda fyri Skálagarði, okkara nýggja stovni fyri fólk við seinheilaskaða.
Um nýggja stovnin Skálagarð
Talan er um ein bú-, umlættingar- og rehabiliteringsstovn við 15 íbúðum, umframt felags uppihalds-, venjingar- og vælveruhøli. Stovnurin letur upp fyrst í komandi ári.
Skálagarður verður bæði ein staður til fastbúgvandi og til heimabúgvandi við tørvi á umlætting. Harafturat verður tað møguleiki at vera eitt tíðaravmarkað skeið til rehabilitering og metingar eftir sjúkrahúsviðgerð.
Arbeitt verður við at varðveita og menna førleikar við tí einstaka borgaranum í miðdeplinum, har stuðlað verður undir, at viðkomandi fær umstøður at liva eitt so virðiligt og sjálvbjargið lív, sum til ber.