LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
18. maj 2022
Útgongur
17. juni 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivara til Børn og Ung psykiatri. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 0,9 til setan 01.07.2022 ella eftir nærri avtalu.

Familjudepilin er skipaður í trimum kliniskum fokusøkjum. Økini eru Barnakonueindin, Børn og Ung somatik og Børn og Ung psykiatri.

Familjudepilin er stovnaður við  endamáli at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonum og barnafamiljum, børnum og ungum frá gitnaði, til barnið er 18 ár. Fokus er á sjúklingagongdum og funktiónum, har dentur verður lagdur á tvørfakligari fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað. Hetta uttan mun til somatiska ella psykiatriska sjúku, avvarðandi teirra, umframt komandi foreldur og allar nýføðingar í Føroyum.

Familjudepilin varð settur á stovn 1. juni 2021, og partur av virkseminum flytir eftir ætlan í nýggja H-bygningin í 2022.

Um Børn og Ung psykiatri
Børn og Ung psykiatri arbeiðir við útgreining og viðgerð av menningarórógv og psykiatriskum sjúkum hjá børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í trimum toymum: børn, ung og dageind. 21 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at Børn og Ung psykiatri í løtuni, og hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.

Starvið, sum læknaskrivari, er sum útgangsstøði knýtt at skrivaratoyminum í Børn og Ung psykiatri,
sum er sett saman av trimum læknaskrivarum og einum heilsuskrivara,  samstarva tætt í  dagliga. Tilsamans eru 11 læknaskrivarar knýttir at Familjudeplinum. Sum partur av samlaða skrivaratoyminum í Familjudeplinum kemur  at vera við til at menna skrivarafunktiónina á nýggja deplinum og møguliga, sum frá líður, innganga í einari breiðari felags skrivarafunktión, sum fevnir um allan Familjudepilin.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Vanligar læknaskrivarauppgávur
    • Journalskriving
    • Endurnýggjan av reseptum
    • Avgreiða post/teldupost
    • Innskanning av skjølum
    • Innheintan av upplýsingum
  • Telefonavgreiðsla
  • Luttøka á konferansum
  • Samskipan av virkseminum í ambulatorium o.a.
    • Innkalla sjúklingar/foreldur at sjúklingum

Fyri umsøkjararar við røttu førleikunum kann tað sum frá líður vera møguleiki at átaka sær menningaruppgávur og fyrisitingarligar og samskipanaruppgávur so sum leiðslustuðul.

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum læknaskrivari
  • Fleksibilitet og áhuga fyri tvørfakligum samstarvi
  • Góðan telduførleika
  • Góð samstarvsevni, tænastuhugað/ur og megnar skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð skipanarevni, gott yvirlit og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
  • Initiativtakan og áhuga í menning í mun til egið fak

Vit kunnu bjóða

  • Eitt áhugavert arbeiðsøki í støðugari menning
  • Eitt breitt tvørfakligt samstarv í einum jaligum og óformligum arbeiðsumhvørvi
  • Møguleika fyri fakligari- og persónligari menning, m.a. via supervisión

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðslufulltrúa Sæunn Ólavsdóttir Hansen á tlf. 304500, lokal 6103, ella depilsleiðara Elin Helena Ásudóttir á tlf. 304500, lokal 3502. Nærri upplýsingar um Børn og Ung psykiatri fáast við at venda sær til funktiónsleiðara, Camilla Henanger, á tlf. 304500, lokal 4487.

Umsóknarfreistin er tann 31.05.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst  lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkjuni "Um okkum".

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur,  fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Deildarleiðari til Skógrøkt   Faroe Islands nýtt
11. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið