Lýsing
Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólkum til reingerð
Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólkum til reingerð á seingjadeildum, G1, G4, B6 og B8, at byrja skjótast til ber.
Um størvini
Vit bjóða ábyrgdarfull størv við góðum arbeiðsumhvørvi og frálíkum starvsfeløgum.
Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um, at borðreiða máltíðir til sjúklingar og reingerð av sjúkrastovum og felagshølum.
Tað inniber, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt ávíst samskifti við sjúklingar.
Á G1 er talan er um fastlønt størv í skiftandi vaktum; dag og vikuskifti, har arbeitt verður annað hvørt vikuskifti. Tímatalið er umleið 28 tímar um vikuna.
Á G4 er talan er um fastlønt størv í skiftandi vaktum; dag, kvøld og vikuskifti, har arbeitt verður annað hvørt vikuskifti. Tímatalið er umleið 32,5 tímar um vikuna.
Á B6 er talan er um fastlønt størv í skiftandi vaktum; dag, kvøld og 3. hvørt vikuskifti. Tímatalið er umleið 33 tímar um vikuna.
Á B8 er eisini talan um fastlønt størv í skiftandi vaktum; dag, kvøld og 2. hvørt vikuskifti. Tímatalið er umleið 25 tímar um vikuna.
Samstundis søkja vit eisini eftir avloysarum, at taka vaktir av og á, eisini vikuskifti.
Vit vænta, at umsøkjarar hava:
- Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
- Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
Upplýsingar
Vilt tú vita meira um starvið, ber til at venda sær til Súsannu Nolsøe, menningarsamskipara á tlf. 304500, lokal 1245 ella á teldupost: susanna.nolsoe@ls.fo
Setanartreytir:
Setanarstaðið er Tænastudepilin/Tænastudeildin.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Umsóknarfreistin er 26.05.2022
Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.
Vinarliga viðmerk í umsóknini hvat fyri starv tú søkir.
Søk starvið her
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.