Lýsing
Klaksvíkar Sjúkrahús søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingum til skurðgongina.
- Fast starv 0,7 tíð til setan frá 01.09.22.
- Avloysara starv 0,7 tíð til setan 01.11.22 – 31.08.23.
Størvini umfata dagarbeiði á ambulatoriigongini.
Á ambulatoriið koma sjúklingar til skurð-, ortopædkirurgisk-, og urologiskt ambulatorium, endoskopi, ESWL (steinknúsing) og skaðastovu.
Vit kunnu bjóða tær:
- Eitt ábyrgdarfult, avbjóðandi og fjøltáttað arbeiði.
- Innleiðslu og upplæring við útgangsstøði í tínum fakligu kvalifikatiónum og royndum.
- Vit hava fokus á toymisarbeiði, ynskja ein jaligan hugburð, sum ávirkar bæði trivna og góða sjúklingagongd.
Vit ynskja ein starvsfelaga, sum:
- Hevur royndir innan økið, ella ynskir at byrja eina nýggja yrkisleið á hesum øki.
- Hevur hollar kliniskar royndir.
- Megnar ein dag, har nógv er at gera.
- Er ein góður starvsfelagi og kann geva íkast til góðan arbeiðsfelagsskap.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Um tú ynskir at vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðara,
Anna Maria Dahl, tlf. 40 45 09, ella teldupost: annam@ks.fo ella Súsanna Olsen, varastjóra, tlf.
220366, teldupost susanna@ks.fo
Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er mikudagin 15.06.2022.