Landssjúkrahúsið
Útgivið
20. maj 2022
Útgongur
19. juni 2022
Staður
Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir trimum eldhugaðum sjúkrarøktarfrøðingum til Børn og Ung psykiatri. Talan er um føst størv, sum eru á brøki 0,8, sum útgangspunkt. Møguleiki er at tillaga brøkin eftir avtalu. Størvini eru til setan frá 01.07.2022, ella eftir nærri avtalu.

Familjudepilin er skipaður í trý klinisk fokusøkir. Økini eru Barnakonueindin, Børn og Ung somatik og Børn og Ung psykiatri.

Familjudepilin er stovnaður við  endamáli, at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonum og barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivna fyri øll børn. Hetta uttan mun til, um tey stríðast við somatiska ella psykiatriska sjúku, avvarandi teirra, umframt komandi foreldur og allar nýføðingar í Føroyum.

Um barna- og ungdómspsykiatriina
Barna- og ungdómspsykiatriin arbeiðir við útgreining og viðgerð av børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í fýra eindir  børn, ung, subakutta toymið og dageindin. 21 starvsfólk við ymiskum fakligum førleikum eru knýtt at barna- og ungdómspsykiatriini og eru vit í løtuni í gongd við at víðka toymið við 4 starvsfeløgum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.

Starvið umfatar nógv samstarv við foreldur, umframt innanhýsis og uttanhýsis samstarv. Samskipan av hesum samstarvi er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðnum. Harumframt er ein týdningamikil partur av arbeiðinum eisini at miðla vitan og ráðgeva einstøku familjunum. Virksemið fer fram í tøttum samstarvi við foreldur og onnur avvarðandi,  eru ein aktivur partur av viðgerðini.

Størvini, sum talan er um, verða sum útgangspunkt í ambulantu toymunum. Arbeiðsøkið umfatar í høvuðsheitum at luttaka í útgreiningar uppgávum, uppfylging av m.a. medisinskari viðgerð umframt ráðgeving av teimum, sum eru um børnini og tey ungu. Starvið umfatar nógv samstarv við foreldur, umframt innanhýsis og uttanhýsis samstarv. Samskipan av hesum samstarvi er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðnum. Harumframt er ein týdningamikil partur av arbeiðinum eisini at miðla vitan og ráðgeva einstøku familjunum. Arbeiðsuppgávur í samband við subakutta toymið og dageindina kunnu eisini koma fyri og umfata hesar m.a. kliniskar metingar, viðgerð og ráðgeving av psykiatriskum støðum, sum hava tørv á einum framskundaðum innsatsi, og sum krevja eina tætta uppfylgingargongd. Harumframt at gera eygleiðingar og at vera ein virkin partur av miljøterapeutiska arbeiðinum í dageindini.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.
  • Royndir innan psykiatri og/ella arbeiði við børn og ung er ein fyrimunur.

Vit ynskja umsøkjara:

  • Við hegni at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva interprofessionelt.
  • Við góðum skipanarevnum, góðum yvirliti, og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis.
  • Við førleikum at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga, til einstaklingar og bólkar.
  • Sum er fyrikomandi og álitisvekjandi.
  • Við jaligum sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar.
  • Við smidleika og arbeiðssemi.
  • Við evnum og áhuga fyri at reflektera yvir egið virksemið og ávirkan og finna loysnir í einum umhvørvi, sum er undir staðiligara menning.

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðsøki í støðugari menning.
  • Eitt arbeiðsumhvørvi við denti á yrkisføri og menning.
  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum vælvirkandi tvørfakligum toymi.
  • Góðar møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisjón og tvørfakligum konferansum.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Camillu Henanger, sálarfrøðingur og leiðari í Barna- og ungdómspsykiatrisku eindini camhe@ls.fo ella til Súsannu Reinert-Petersen, yvirlækna susrp@ls.fo. Eisini kann ringjast umvegis skrivaran á telefon nr. 304740.

Umsóknarfreistin er 02.06.2022

Væntandi verða setanarsamrøður hildnar í viku 23.

Á heimasíðuni www.ls.fo sæst meira um visjón, missión og strategimál hjá Landssjúkrahúsinum undir teiginum "Leys størv".

Upprunaprógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA-skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst  lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum "Leys størv."

Vinarliga søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri.

Søk starvið her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið