Nánd-Heimatænastan
Útgivið
7. februar 2025
Útgongur
24. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir starvsfólki til farloyvisstarv í eitt ár at starvast í endurmenningartoyminum. Brennur tú fyri at veita eldra ættarliðnum endurmennandi tænastur, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Endurmennandi toymið til heimabúgvandi borgarar varð sett í verk 1. januar 2024. Toymið umfatar fysio- og ergoterapeutar, tørvsmetar, heimasjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir.

Søkt verður eftir starvsfólki við heilsufakligari útbúgving t.d. heilsurøktara ella fólki við aðrari viðkomandi útbúgving á starvsbrøki 0,85 ella eftir ynski at byrja 1. apríl.
Virksemið er í stóran mun á Miðstøðini í Leirvík, har eisini venjingarhølir eru. Virksemið er eisini heima hjá borgarum og hjá borgarum á sambýlunum.

Toymið hevur í høvuðsheitum ábyrgdina av:

  • at kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta seta átøk í verk
  • at stuðla undir, at borgarar varðveita, menna ella endurmenna sínar virkisførleikar
  • at veita endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing
  • at veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar
  • at undirvísa og vegleiða starvsfólkum, borgarum og avvarðandi
  • at menna tað terapeutiska økið

Vit vænta, at tú:

  • ert virkin luttakari í endurmenningartoyminum
  • saman við toymi og leiðslu tekur stig til at tillaga og framhaldandi menna tænastur innan endurmenning
  • ert fleksibul og fús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur

Førleikakrøv:

  • Prógv og autorisatión sum heilsurøktari ella aðra viðkomandi útbúgving

Vit bjóða tær:

  • at starvast í einum terapeutiskum toymi, har góðir møguleikar eru fyri fakligari sparring og menning
  • eitt framtakshugað arbeiðspláss, har tú kemur at starvast í einum fleirfakligum, lærandi toymi, har dentur verður lagdur á at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum
  • fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi menning av tænastunum hjá Nánd

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum FMR/KAF og avvarðandi yrkisfelag. Víst verður til deildarleiðaran á Miðstøðini. Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á telefon 730212 ella katrin@eystur.fo

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. februar 2025 kl.12. Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: katrin@eystur.fo

Meiri kunning um Nánd her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið