Eiðis Kommuna
Útgivið
7. februar 2025
Útgongur
24. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær at brúka náttúruna sum menningardepil?
Ynskir tú at arbeiða saman við dugnaligum starvsfelagum?
Kundi tú hugsa tær at havt ávirkan á títt arbeiði?
Vilt tú hava góða tíð til fyrireiking?
Hetta kanst tú fáa og nógv annað, um tú velur eitt starv á Eiði.

Korndalsgarður á Eiði søkir eftir:
Einum námsfrøðingi at starvast í frítíðarstovninum Spíranum 30 tímar um vikuna. Møguleiki er eisini at fáa tímar í kvøldvirkseminum fyri ung. Vit ynskja ein námsfrøðing, ið hevur góð samstarvsevnir, ið er jaligur og kveikjandi fyri arbeiðsumhvørvið, og sum brennur fyri at geva børnum góðar upplivingar. Starvið verður at byrja 1. apríl 2025 ella skjótast gjørligt. Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Møguleiki er at síggja stovnin og møguleikarnar, áðrenn tú søkir. Meira fæst at vita við at venda tær til leiðaran á tlf. 740410.

Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag.
Vit gleða okkum at fáa eina umsókn frá tær áðrenn 24. februar 2025 kl. 14.00. Umsókn, prógv v.m. verða at senda til korndalsgardur@eidi.fo

Faldari um stovnin er at finna her: https://www.eidi.fo/wp-content/uploads/2023/07/Korndalsgardur-FALDARAI-2023.pdf

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið