Tórshavnar kommuna
Útgivið
11. februar 2025
Útgongur
24. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir rakstrarleiðara til tann partin av virkseminum, sum fevnir um fótbóltsvøllir og ítróttabreytir.

Talan er um eitt starv, sum verður myndað í felag við stovnsleiðaranum fyri Ítróttaannlegg. Saman við leiðaranum fyri Ítróttaanlegg hevur rakstrarleiðarin ábyrgd av røkt og viðlíkahaldi av vøllunum og breytunum; eisini er økið kring ítróttarøkið partur av uppgávuni.

Tú kemur at hava ávirkan á dagliga og framtíðar viðlíkahaldið og útbyggingina av økinum.

Á økinum starvast umframt rakstrarleiðaran trý starvsfólk.


Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um at:

  • leggja til rættis arbeiðið og raðfesta uppgávur
  • hava tætt samstarv og samskifti við ítróttafeløgini og viðkomandi sersambond
  • samskipa størri umvælingar og viðlíkahald í samstarvi við leiðaran
  • hava eftirlit við tekniskari útgerð s.s. maskinur v.m.
  • gera ymiskar smærri handverkarauppgávur
  • bíleggja vørur og samskifta við heilsølur og veitarar
  • standa fyri rakstri og viðlíkahaldi av bygningum, sum eru knýtt at úti-økjunum
  • skipa kavarudding av ábyrgdarøkinum

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið