Lýsing
Okkara vøkstur er grundaður á holla fakliga vitan, og vit raðfesta tí útbúgving og vilja fegin bjóða lesandi innan verkfrøði starvslæru at byrja skjótast gjørligt.
Starvsvenjing
Starvsfólkahópurin hjá Articon er breitt samansettur, og tí eru møguleikarnir fyri starvslæru nógvir.
Vit hava góðar royndir av at samstarva við lesandi yvir styttri og longri tíðarskeið, og dentur verður lagdur á, at báðir partar fáa sum mest burturúr.
Uppgávur
- Góðskutrygging
- Nøgdarútrokningar
- Landmáting
- Arbeiða við tekningum
- Og mangt annað
Vit bjóða
Eitt gott arbeiðsumhvørvi, har vit millum annað hava fokus á digitalisering, burðardygd, førleikamenning og ikki minst at tú skipar tín dag sjálv/ur saman við starvsfeløgunum og leiðslu.
Løn og setanartreytir
- Løn og setanartreytir verða samsvarandi
Søk starvið her.