Landssjúkrahúsið
Lýsing
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum til fulltíðar og parttíðar frítíðaravloysarastørv í skiftandi vaktum á Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum 01.06.2025 til og við 31.08.2025.
Økini, ið tørva summarfrítíðaravloysarar í ár, eru:
- Skurðdeildin
- Psykiatriska innleggingardeildin
- Medisinsku seingjadeildirnar
- Hæmodialyse ambulatorium
- Barnakonueindin
- Intensiv/G1
Førleikar
- Tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur ella tú ert lesandi
- Dirvi, góð samstarvsevni og fleksibiliteti
- Fakligan áhuga innan økini
- Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
- Miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar, tað verið seg innanhýsis og uttanhýsis
- Eitt opið og jaligt sinni
- Góðan telduførleika