Lýsing
Á Bygningsdeildina er tørvur á fólki við førleikum innan tekniskar skipanir. Talan er um áhugavert starv, har tú kanst fáa ávirkan og hevur møguleika at menna teg fakliga og persónliga.
Bygningsdeildin er partur av Teknisku fyrisitingini. Deildin virkar sum rakstrarharri í sambandi við rakstur og viðlíkahaldi av umleið 175.000 bygningsfermetrum. Harumframt virkar deildin sum byggiharri, tá nýggjar íløgur skulu gerast í bygningar.
Á deildini starvast 12 fólk á skrivstovuni í Steinatúni. Deildin arbeiðir tætt saman við »Bygningsrakstur«, sum er stovnur við leiðara, formonnum og umleið 40 húsavørðum.