Lýsing
Ert tú tann vit sóknast eftir?
Er eldraøkið tað, tú brennur fyri, so er tað møguliga tær, vit sóknast eftir.
Starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur á Eldrasambýlinum oman Hoydalar er leyst at søkja. Starvsbyrjanin er 1. mai 2024 ella eftir avtalu.
Eldrasambýlið oman Hoydalar
Á Eldrasambýlinum oman Hoydalar húsast 9 fólk. Á heiminum starvast sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.