Føroya Tele
Útgivið
17. februar 2025
Útgongur
7. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennir  fyri greiðum og dygdargóðum samskifti? Dúgir  at gera truplar boðskapir einfaldar? So er tað kanska tær vit leita eftir. Okkum tørvar eitt samskiftisfólk, sum dugir væl at orða seg, hevur skil fyri strategiskum og dagligum samskifti  og sum kann framleiða tilfar,  tryggjar greiðar boðskapir til bæði kundar, starvsfólk og samfelagið annars.

Arbeiðsøki og uppgávur:
Høvuðsuppgávan verður at tryggja, at Føroya Tele samskiftir greitt, viðkomandi og álítandi  og altíð professionelt og í tráð við okkara strategi og virði. Uppgávurnar verða millum annað at:

  • gera eina samskiftisætlan  bæði til innan- og uttanhýsis brúk
  • sparra við og ráðgeva leiðslu og deildum um, hvussu vit best orða og miðla boðskapir
  • viðgera og avgreiða miðlafyrispurningar
  • skriva og samskipa tíðindaskriv, leiðslufrágreiðingar og burðardygdarfrágreiðingar
  • góðskutryggja tekstir til eitt  heimasíðu, lýsingar og starvslýsingar
  • gera framløgur til leiðslu og samstarvspartar
  • styrkja samskiftið millum starvsfólkið, so vit tryggja felags mál og virðir
  • tryggja góða kunning til starvsfólkið

Tínir førleikar og eginleikar:
Í Føroya Tele vita vit, at samskifti hevur ovurstóran týdning. Vit leita  eftir tær, sum:

  • Hevur útbúgving og royndir innan samskifti, journalistikk ella líknandi
  • Skrivar rætt, greitt og livandi á føroyskum  og er stinn/ur í enskum
  • Dugir at samskifta tað trupla einfalt
  • Hevur góðar førleikar í PowerPoint og øðrum samskiftisamboðum
  • Trívist við at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini við at samstarva tvørtur um deildir
  • Trívist við at loysa fjølbroyttar uppgávur
  • Trívist við at arbeiða skjótt og miðvíst,   nógv er at gera

Vit bjoða tær:

  • Møguleika at mynda og menna virkissamskiftið hjá Føroya Tele
  • Møguleika at arbeiða bæði ráðgevandi, skapandi og kreativt
  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum samtaki við týðandi leikluti í føroyska samfelagnum
  • Eitt arbeiðspláss við denti á gott arbeiðsumhvørvi
  • Starvsfelagar, sum eru álítandi, dugnaligir og brenna fyri sínum arbeiði

Arbeiðsstaður og løn
Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála og royndum.Samband
Ljóðar hetta sum starv fyri teg, gleða vit okkum at fáa tína umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi sunnudagin 7. mars 2025. Starvið verður sett 1. mai 2025 ella eftir nærri avtalu. Vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Søk starvið her.

 

SAMBAND

Eva Skeel Nolsø
Menningarstjóri
F: 24 30 07
T: esn@ft.fo

Bára M. Gásadal
Starvsfólkastjóri
B:. 30 30 06
F: 24 30 06
T: bmg@ft.fo

Líknandi størv

Marknaðar- og samskiftisfólk   Faroe Islands nýtt
11. februar 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið