Landssjúkrahúsið
Útgivið
19. februar 2025
Útgongur
15. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir radiograf til Røntgendeildina frá 01.04.2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv á fulla tíð, 40 tímar um vikuna, við tilkallivakt frá heimi, kvøld/nátt og vikuskifti.

Um deildina
Á Landssjúkrahúsinum arbeiða umleið 1100 starvsfólk, harav umleið 25 eru staðsett á Røntgendeildini – 1 funktiónsleiðari, 1 toymisleiðari, 13 radiografar, 1 sjúkrarøktarfrøðingur, 6 læknaskrivarar/skrivarar og 4 røntgenlæknar.

Deildin ger umleið 39.000 kanningar um árið, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða beskrivaðar.

Røntgendeildin ger hesar kanningar:

  • Konventionellar kanningar
  • CT-skanningar
  • MR-skanningar
  • Ultraljóðkanningar
  • Mammografi/Screening

Um teg
Tú hevur áhuga og árræði til at bjóða teg fram at arbeiða á eini spennandi deild, har tú arbeiðir tætt saman við fakliga dugnaligum starvsfeløgum.

Tú hevur áhuga fyri radiografarbeiðinum, og hevur hug og vilja at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, so vit saman skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi og trivnað á deildini.

Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan MR.

Førleikakrøv:

  • Danska autorisatión sum radiografur
  • Góð samstarvsevni
  • Evni miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum
  • Fakligar kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Positivt tvørfakligt samstarv

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Radiografar í Føroyum/Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er fulla tíð, 40 tímar um vikuna, við tilkallivakt frá heimi, kvøld/nátt og vikuskifti.

Nærri kunning fæst við at ringja til Lisu Frederiksberg, funktiónsleiðaran, tel 304500, lokal 5507.

Umsóknarfreistin er tann 15.03.2025.

Vinarliga søk starvið her.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar

Líknandi størv

13. februar 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið