Lýsing
Í Rumbli hava vit nógv at gera hvønn dag, vit hava eitt risastórt úrval og fáa javnan nýggjar vørur heim.
Vit sóknast í løtuni eftir einum starvsfelaga, ið kann hjálpa okkum við dagliga rakstrinum, herundir at avgreiða kundar við kassan, at fylla vørur upp í handlinum, og sum heild at hjálpa við at halda handilin ruddiligan og innbjóðandi.
Vit ynskja sjálvandi ein starvsfelaga, ið er fyrikomandi, tænastusinnaður og røkin 🙂
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
Ljóðar eitt starv í Rumbli sum nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum nøkur orð um teg umvegis síðuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2337.
Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Andreas Nielsen, handilsleiðara, á 270304.